Streymurin harðnar og veðrið verður vánaligt

- Tí vænta vit ikki nógvan útróður hesa vikuna, siga tey á Fiskamaknaði Føroya.

Annað av tveimum ísfiskalínuskipum er í løtuni til fiskiskap. Skipið er norðanfyri og fær mest av hýsu og toski.

 

- Ísfiskalínuskipið kemur inn at landa í hesi vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fýra frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, tvey í Grønlandi, og eitt hevur verið á Flemish Kap.

 

- Skipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva og blálongu.

 

Lagt verður aftrat, at fleiri frystilínuskip koma inn at landa í vikuni.

 

- Streymurin er brúkiligur til útróður, men harðnar, sum vikan gongur. Veðurvánirnar eru vánaligar, so vit vænta ikki nógvan útróður.