Hamas vil ikki slaka meira fyri Ísrael

- Vit trúgva, at tað er ein vegur fram ímóti einari vápnahvíldaravtalu. Partarnir eru nú so nær hvørjum øðrum, at ein avtala kann gerast, heldur amerikanski trygdarráðgevin, Jake Sullivan.

Izzar El-Reshiq, sum er eitt umboð hjá Hamas.

Eitt umboð hjá Hamas, Izzar El-Reshiq, sigur við tíðindastovuna Reuters, at felagsskapurin er ikki sinnaður at slaka meira fyri at fáa eina vápnahvíldaravtalu við Ísrael.

 

Mánadagin í vikuni segði Hamas, at felagsskapurin hevði góðkent eina avtalu, sum Egyptaland og Qatar høvdu verið við til at gera.

 

Á hinari síðuni segði Ísrael seg ikki vilja taka undir við vápnahvíldaravtaluni.

 

Síðan tá hevur ísraelski herurin hert álopini á býin, Rafah, har suðuri í landinum, nærindis markinum til Egyptaland, eins og herurin hevur tikið valdið á marknaliðnum, Kerem Shalom.

 

Izzar El-Reshiq, sum er eitt umboð hjá Hamas, sigur við Reuters, at felagsskapurin er ikki sinnaður at ganga fleiri krøvum hjá Ísrael á møti fyri at fáa landið at góðtaka eina avtalu.

 

Hamas-umboðið vísir á, at við fyriliggjandi avtalu, sum Ísrael vrakaði, høvdu ísraelskir gíslar verið leyslatnir, eins og palestinskar kvinnur og børn høvdu verið leyslatin í ísraelskum fongslum.

 

Izzar El-Reshiq sigur, at Ísrael meinar tað ikki í álvara, tá tað ræður um eina vápnahvíldaravtalu millum stríðandi partarnar.

 

Hann heldur, at Ísrael brúkar samráðingarnar fyri at fjala út yvir álopini á Rafah, har meira enn ein millión flóttafólk eru. 

 

Umboð fyri Hamas, Ísrael, USA og Qatar eru í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, men higartil hevur Ísrael ikki gjørt viðmerkingar til útsagnirnar hjá Izzar El-Reshiq.

 

Týsdagin visti USA at siga, at Hamas hevði dagført uppskotið til vápnahvíld, og USA heldur, at broytingarnar, sum eru gjørdar, kunnu bera á mál.

 

Trygdarráðgevin í USA, Jake Sullivan, heldur ikki, at partarnir nú eru so langt frá hvørjum øðrum.

 

- Vit trúgva, at tað er ein vegur fram ímóti einari vápnahvíldaravtalu. Eg haldi, at londini eru nú so nær hvørjum øðrum, at ein avtala kann gerast, sigur Jake Sullivan.

 

 

 

Izzar El-Reshiq, sum er eitt umboð hjá Hamas.