Røða: Frelsunarherurin 100 ár í Føroyum

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, tók lut og flutti fram røðu til hátíðarhald hjá Frelsunarherinum 25. oktober í samband við, at Frelsunarherurin hevur havt virksemi í Føroyum í 100 ár.

Mynd: Tórshavnar Kommuna / Ólavur Frederiksen

Røða løgmans kann lesast her: 

 

Gott kvøld øll somul.

 

Takk fyri, at eg varð boðin við í kvøld - og takk fyri møguleikan at siga nøkur orð.

 

Tað er mær ein heiður.  

 

Um hesa tíðina í fjør, hoyrdi eg eina frálíka útvarpssamrøðu. Samrøðan var við Bernhard Petersen, sum er ein av mongu eldsálunum í Frelsunarherinum. Bernhard var gestur í Morgunsendingini í útvarpinum hendan morgunin. Hetta var í samband við, at hann hevði fingið sálarheilsuvirðisløn fyri stóra arbeiðið við heimleysum í Føroyum. 

 

Bernhard segði millum annað soleiðis um tey heimleysu: 

»Hetta eru okkara medmenniskju. Púra vanlig fólk, sum hava havt avbjóðingar í lívinum. Og avbjóðingin er ofta størri enn, at tey bara mangla eina song. Tey hava brúk fyri, at onkur sær tey. Tí skulu vit vera góð við tey – og taka um tey«.

 

Eg havi hugsað nógv um hesa samrøðuna líka síðani. Bæði tí, at hon er hugvekjandi og erlig. 

Men mest av øllum tí, at Bernhard á ein hátt blæsir lív í kendu orðini hjá indiska politiska og andaliga leiðaranum, Mahatma Gandhi.

 

Orðini eru hesi: 

»Stórleikin hjá einum samfelag verður máldur eftir, hvussu samfelagið fer við sínum veikastu«.

 

Hóast orðini hjá Gandhi eru meira enn eina øld gomul, eru tey tíðarleys og meira viðkomandi enn nakrantíð.

 

Tí - tá ið vit hyggja at samfelagnum, hava vit lyndi at máta eydnuna eftir búskaparligum vøkstri ella tøkniligari menning. Men hesi mát fortelja bert ein lítlan part av søguni. 

 

Tí - tað er ikki fíggjarliga ríkidømið í okkara samfelag, sum avgerð, hvørji vit eru sum medmenniskju. Tað er ikki valdið hjá teimum fáu, sum avgerð virðið á okkara samfelag. 

 

Nei, veruliga ríkidømið liggur í, hvussu vit fara við hvørjum øðrum. Ikki minst okkara veikastu og mest útsettu. Teimum, sum hava tørv á hjálp.

 

Og her kann politiska skipanin læra av Frelsunarherinum.

 

Í mong áratíggju hava tit gjørt tað, sum eigur at vera skyldan hjá okkum øllum í samfelagnum. Tit hava møtt fólki har, sum tey eru – í kreppum, í fátækraváða og í einsemi. 

Tit hava bjóðað stuðul og hjálp. 

Og hetta hava tit gjørt - og tað gera tit framhaldandi - uttan fordøming og uttan at seta treytir um at fáa nakað afturfyri. 

 

Tit eru ikki bert fyrimyndir um menniskjaligt yvirskot. Tit eru eisini livandi prógv um, hvat tað merkir at byggja veruligan stórleika í einum samfelagi. Og í verki vísa tit veruligan næstrakærleika.

 

Politikarar tosa ofta um at skapa betri umstøður fyri allar føroyingar. 

Men fyri at liva upp til orðini hjá Gandhi – og fyrimyndina, sum Bernhard og tit í Frelsunarherinum seta - krevst meira enn ætlanir og umskipanir. Tað krevur handling.

 

Tað krevur, at vit spegla okkum í arbeiðinum hjá Frelsunarherinum og læra av tykkum. 

Tí tit vísa okkum, at eitt samfelag verður mált eftir evnunum at røkka út til teirra, ið liva á lívsins skuggasíðu. 

 

Vit, politikarar, áttu at lært av tykkum - at tosa minni og handla meira!

 

Eg haldi sjálvur, at tað er sera hóskandi, at eitt fagnaðartræ nú stendur uttan fyri dyrnar hjá tykkum her í Frelsunarherinum.

 

Træið er til minnis um Andreu Árting, sum hevur lagt eftir seg eina sterka áminning um, at tað er vert at leggja sína orku í tað, sum ein trýr uppá. Og hetta sama speglast í arbeiðinum hjá Frelsunarherinum í Føroyum.  

 

Tit eru sanniliga fyrimyndir og hava fult uppiborið eitt satt fagnaðarhald, sum hetta í kvøld. 

 

Eg havi óendaliga stóra virðing fyri stóra arbeiðinum, sum tit í Frelsunarherurin hava lagt eftir tykkum í Føroyum seinastu 100 árini. Av hjarta vil eg takka tykkum fyri tykkara virðismikla íkast. 

 

Eg ynski tykkum eitt gott kvøld víðari. 

 

Takk fyri.

 

Mynd: Tórshavnar Kommuna / Ólavur Frederiksen