Familja og onnur vóru við á samkomuni, har ábit fekst eftir handanina.
Tað var formaður felagsins, Jan Højgaard, sum handaði heiðursgávurnar til teir báðar. Teir fingu handað hvør sítt lummaur í sambandi við, at teir nú gevast í teirra yrki á sjónum. Teir hava siglt í ávikavist 50 og 57 ár.
Axel og Hilmar hava verið partur av manningini á Kambi, sum sakk sunnan fyri Føroyar tann 6. februar í ár, og Hilmar var við lagnutúrin.
- Føroya Fiskimannafelag takkar teimum fyri trúgva og langa tænastu. Felagið fer hervið at ynskja tykkum báðum góðan byr uppi á landi eftir so mong ár á sjónum, segði Jan Højgaard á samkomuni leygardagin.
Axel fór í 1967 - sum 13 ára gamal - at rógva út. Í 1971 mynstraði hann fyrstu ferð – tað var við Nýborg, og síðani tá hevur hann siglt.
Hilmar fór fyrstu ferð til skips í 1973 sum 16 ára gamal. Hann fór tá við Ranafossi, sum fór ein saltfiskatúr á Flemish Kap.
Seinastu nógvu árini hevur hann verið við Kambi. Tað fekk, sum sagt, ein enda lagnudagin 6. februar í ár. Hilmar ætlar sær ikki aftur til skips.