Kykað var í eldstaðnum í Ovalu Skrivstovuni í Hvítu Húsunum, tá Donald Trump og Joe Biden hittust í forsetaskrivstovuni mikudagin fyri at markera eina friðarliga valdsflyting eftir sigurin hjá Trump á amerikanska forsetavalinum.
Á fundinum tóku teir lógvatak og lovaðu, at valdsflytingin frá Biden til Trump fer at ganga væl.
Hetta skriva tíðindastovurnar AP og Reuters.
- Vælkomin, vælkomin aftur, segði Biden, tá hann bjóðaði fyrrverandi politiska mótstøðumanni sínum vælkomnum.
Biden ynskti síðani Trump tillukku við valsigrinum.
- Politikkur er harður, og í nógvum førum er talan ikki um nakað serliga gott heim. Men heimurin er góður í dag, og tað virðismeti eg sera nógv, svaraði Trump.
Komandi forsetin legði afturat, at valdsflytingin verður "so smidlig sum hon kann vera".
Tað er fyrstu ferð, at Trump vitjar í Washington D.C. síðan forsetavalið 5. november, har hann vann á Kamalu Harris hjá demokratunum.
Áðrenn Kamala Harris gjørdist forsetavalevni hjá demokratunum, var tað Joe Biden, sum stillaði upp til forsetavalið hjá flokkinum.
Hann tók seg úr valstríðnum í juli eftir vaksandi spekulatiónir um, at hann ikki varð hildið, at hann fór at klára fýra ár afturat sum forseti orsakað av aldrinum.
Trump verður ikki formliga settur í starv sum forseti fyrr enn 20. januar 2025.
Fyri fýra árum síðani var tað Donald Trump, sum mátti lata Joe Biden valdið eftir sigurin hjá Biden á forsetavalinum í 2020.
Tá viðurkendi Trump tó ikki valúrslitið, og tí varð ein fundur sum tann, sum var í dag í Hvítu Húsunum, ikki hildin.
Hinvegin lupu Trump-viðhaldsfólk á kongressina í Washington D.C. 6. januar 2021 við ákærum um, at valið varð "stolið".
Tað er ein ákæra, sum Trump sjálvur hevur ført fram fleiri ferðir.
Eftirfylgjandi er Trump ákærdur fyri samansvørjing - eitt nú at hava ført fram skeivar áskoðanir um valsvik - í sambandi við forsetavalið í 2020. Málið er útsett í óavmarkaða tíð.
/Ritzau/