Hesi eru í finaluni í Eurovision sangkappingini

Í kvøld komu tíggju lond víðari í finaluna í Eurovision sangkappingini

Í kvøld var seinna hálvfinala í altjóða sangkappingini Eurovision í Malmø Arena í Svøríki.

Her vóru næstu tíggju londini send víðari til finaluna, sum verður leygarkvøldið.

Ársins fyrsta hálvfinala var týskvøldið, og har var tann, ið hildin verður hava besta møguleikan at vinna, sendur víðari, Baby Lasagna úr Kroatia.

Seks lond hava longu tryggjað sær finalupláss. Tað snýr seg um Spania, Bretland, Frankaríki, Týskland og Italia, tí tey gjalda størsta partin av kappingini. Og so er tað vinnarin frá árinum fyri, hesaferð Svøríki, sum altíð hevur tryggjað pláss.

Hesi londini hava tryggjað sær pláss úr seinnu hálvfinalu í kvøld:

* Letland - Dons: "Hollow.

* Eysturríki - Kaleen: "We Will Rave".

* Holland - Joost Klein: "Europapa".

* Noreg - Gåte: "Ulveham".

* Ísrael - Eden Golan: "Hurricane".

* Grikkaland - Marina Satti: "Zari".

* Estland - 5MIINUST x Puuluup "(nendest) narkootikumidest ei tea me (küll) midagi".

* Sveis - Nemo: "The Code".

* Georgia - Nutsa Buzaladze: "Firefighter".

* Armenia - Ladaniva: "Jako".

Hesi ruku út úr halvfinaluni í kvøld:

* Malta - Sarah Bonnici: "Loop".

* Albania - Besa: "Titan".

* Kekkia - Aiko: "Pedestal".

* Danmark - Saba: "Sand".

* San Marino - Megara: "11:11".

* Belgia - Mustii: "Before the Party's Over".

Hesi londini tryggjaðu sær pláss úr fyrru hálvfinalu í týskvøldið:

* Serbia - Teya Dora: "Ramonda".

* Portugal - iolanda: " Grito".

* Slovenia - Raiven: " Veronika".

* Ukraina - Alyona Alyona & Jerry Heil: " Teresa & Maria".

* Litavia - Silvester Belt: " Luktelk".

* Finnland - Windows95man: " No Rules!".

* Kýpros: Silia Kapsis: "Liar".

* Kroatia - Baby Lasagne: "Rim Tim Tagi Dim".

* Írland - Bambie Thug: " Doomsday Blue".

* Luxembourg - Tali: "Fighter".

Hesi ruku út úr hálvfinaluni týskvøldið:

* Australia - Electric Fields: "One Milkali (One Blood)".

* Aserbajdsjan - Fahree feat. Ilkin Dovlatov: "Özünlə Apar".

* ísland - Hera Björk: "Scared of Heights".

* Moldova - Natalia Barbu: "In The Middle".

* Pólland - Luna: "The Tower".

Kelda: eurovision.tv.

/ritzau/