Talan er um Høgna Mohr, rithøvund og orðasmið. Eftir hátíðarhaldið í nýggja langhylinum í Havn í dag, har Annika Olsen, býráðslimir, sum tann fyrsta kavaði í hylin og svam tvær longdir í langhylinum, eftir at hann alment varð tikin í nýtslu, vóru tað ymisk onnur, sum svumu. Har vóru ung úr Havnar Svimjifelag, úr svimjifelagnum í Kvívík, morgunfrúurnar og ymsir aðrir eldri svimjarar í Havn.
Ein teirra, sum fór í hylin, var Høgni Mohr, rithøvudnur. Hann sigur, at hann svimur vanliga eina tríggjar ferðir um vikuna.
Myndir: Langhylurin í Gundadali tikin í nýtslu
– Eg var tann fyrsti at svimja 1.000 metrar, tá langhylurin í Vági var tikin í brúk, sigur Høgni Mohr, sum eins og Annika Olsen er ættaður úr Vági.
– Men nú kann eg staðfesta, at eg eisini eri tann fyrsti, sum hevur svomið 1.000 metrar í hesum nýggja langhylinum, í øllum førum eftir at hann alment er tikin í nýtslu, segði Høgni Mohr, tá in.fo hitti hann í hylinum, beint sum hann var komin á mál eftir at hava svomið tær 20 longdirnar, sum skulu til fyri at svimja 1.000 metrar.