Í gjárkvøldið vóru tíðindini úr Klaksvík, at Jákup B. Andreasen hevði skrivað undir tvey ára sáttmála, og at nú var tað bara Jóannes Kalsø Danielsen av stuðulsspælarunum, sum ikki hevði skrivað undir.
Í kvøld ber KÍ tíðindini um, at nú hevur Jóannes Kalsø Danielsen skrivað undir.
KÍ skrivar soleiðis:
Vit kunnu nú við gleði kunna okkara viðhaldsfólk um, at Jóannes Kalsø Danielsen hevur avgjørt at halda fram í barndómsfelagnum. Jóannes fekk fyrstu minuttirnar á besta mansliðnum 17 ára gamal í Gundadali í 2015. Eftir uppaling sum álopsleikari bleiv hann umskúlaður til høgra vongbakk og hevur síðan verið ein av støðugastu leikarunum á liðnum - í alt skrásettur fyri 193 dystir í meistardeildini, 41 UEFA-dystir og 15 A-landsdystir.
- KÍ er ein ótrúliga góður felagskapur við fantastiskum samanhaldi og so eri eg sannførdur um, at útlit og umstøður gera, at eg framhaldandi kann mennan meg til ein enn betri fótbóltsspælara, sigur Jóannes, tá hann verður spurdur um, hví hann nú hevur valt KÍ fram um aðrar møguleikar.
KÍ fegnast um, at Jóannes er í kongabláu troyggjuni tvey ár fram og vit ynskja honum bestu eydnu komandi árini.