Hoyvíkar kirkja 17 ár við nýsmurdum gólvi

Tað gekk "sum smurt", kundi ein freistast at sagt, tá eitt fjølment lið av hugagóðum fólki møtti í kirkjuni í kvøld við skrúvum, maskinum og uppbrotnum ermum. Seinastu dagarnar er gólvið nevniliga smurt. Benkurnir eru settir aftur á pláss og skrúvaðir fastir.

 

Hetta skrivar Hoyvíkar kirkja á sínum vanga á facebook.

 

Sunnumorgunin verður hátíðarguðstænasta, tá kirkjan verður 17 ár. Morgunmatur verður at fáa kl. 10.

 

Undir guðstænastuni syngur Tarira.