Hugbreytin á miðnámi í fríum falli

Tina K. Jacobsen forkvinna í Yrkisfelagnum Miðnám skrivar

Tá ið umsóknarfreistin til miðnám var farin 15. mars í ár, vísti tað seg, at færri lesandi søktu um at sleppa at ganga á hugbreytini, og hugbreytin er minkað nógv. Hetta var væntandi, tí ein fyrsta ávaring kom longu í fjør, tá ið umsóknartalið lækkaði nógv. Men hugbreytin má ikki blakast fyri borð. Vit hava tørv á teimum eginleikum og tí hugsunarhátti, ið hugbreytarnæmingar fáa í skjáttuna. Missa vit hugbreytina, missa vit breytina, har pláss er fyri at læra fremmandamál, at læra um fremmandar mentanir, at fara í dýpdina við hugburði, sjónarmiðum, kjaki og øðrum. Hugvísindaligi hugsunarhátturin hevur týdning í einum samfelagi, har vit arbeiða meira og meira og skjótari og skjótari og gerast strongdari og strongdari. Hugbreytin gevur førleikar, ið ikki altíð eru so lættir at viga og máta, men sum tó hava týdning fyri bæði samfelagið og einstaka menniskjað. 

 

Ein orsøk, til at hugbreytin minkar, sigst vera kravið um at hava havt týskt í fólkaskúlanum. Ongin lærugrein er kravd fyri at verða upptikin á búskaparbreyt á miðnámi, og á náttúrubreyt skal næmingurin hava havt alis- og evnafrøði fyri at verða upptikin. Allir næmingar hava alis- og evnafrøði í 7. flokki, og seinnu árini kann lærugreinin veljast. Øll kunnu søkja á búskaparbreyt, tí har er onki krav um ávísa lærugrein. Men næmingar skulu aktivt velja týskt í 8. flokki uttan at hava havt tað sum kravda lærugrein fyrst fyri at hava møguleika at søkja um upptøku á hugbreytini. Hesin mismunur tænir als ikki nøkrum næmingi og hevur ført við sær, at umsóknartalið á hugbreyt er lækkað alt ov nógv seinastu árini. 

 

Tað, ið næmingarnir duga, áðrenn teir koma á miðnám, sæst aftur á breytunum. Búskaparbreytin sigst vera tann breytin, ið nú noyðist at taka allar teir næmingarnar, ið ikki tímdu at velja týskt í fólkaskúlanum. Og eg sigi tey ikki ring fyri tað. Týskt fyllir rættiliga nógv í tímatalvuni. Alis- og evnafrøði er í 7., 8. og 9. flokki við ávikavíst 60, 60 og 90 tímum. Týskt fæst í 8., 9. og 10. flokki og fyllir 120, 120 og 120 tímar. Hesir tímar skulu aktivt veljast til, meðan teir fyrstu 60 í alis- og evnafrøði longu eru í skjáttuni, uttan at næmingurin brúkar vallærugrein til tað. Tað sigur seg sjálvt, at tað bert er ein lítil partur av næmingunum, ið velur týskt, tá ið tað fyllir so stóran part av tímatalvuni, og tað lættliga ber til at sleppa á miðnám uttan at velja týskt. 

 

Her mugu okkara myndugleikar traðka til og ganga fremst. Hugbreyt, náttúrubreyt og búskaparbreyt eru komplementerar breytir, har ongin er týdningarmiklari enn onnur. Men soleiðis sum myndugleikar okkara hava skipað krøv í fólkaskúla og miðnámi, kann ein fáa ein varhuga av, at soleiðis er tað ikki í veruleikanum. Okkara samfelag er í ferð við at fáa tunnilsjón, har førleikar, ið liggja nær náttúrubreyt og búskaparbreyt, eru í fokus, og førleikar, ið liggja hugbreytini nær, hvørva meira og meira. Hetta eiga vit ikki at lata ganga. Okkara samfelag hevur tørv á, at vit borgarar eru ymiskir og hava ymiskar førleikar og bakgrundir.

 

Tíðin er komin til, at myndugleikarnir broyta hetta og javnseta breytirnar. Allar dyr eiga at vera opnar, tá ið næmingurin er liðugur við fólkaskúlan. Antin skal týskt verða kravd lærugrein í fólkaskúlanum eins og alis- og evnafrøði, ella mugu dyrnar javnsetast soleiðis, at ongi krøv verða sett fyri upptøku á nakrari breyt. Hetta síðsta ivist eg stórliga í, at nakar ynskir. Krøv kunnu saktans setast næmingum. Hetta er skúli, endamálið er at læra. Við at seta krøv um ávísar lærugreinar til ávísar breytir, tryggjar mann, at næmingarnir hava eina grundleggjandi viðkomandi vitan. Hetta kann gera skiftið frá fólkaskúla til miðnám lættari og samstundis minka vandan fyri fráfalli á miðnámi, tí at gjógvin er ov stór millum skúlastigini. 

 

Fyri hugbreytina er tað neyvan avgerandi, hvørt tað er týskt ella franskt, ið er kravd lærugrein (týskt verður tó ofta mett at stuðla føroyskum sum lærugrein), men tað hevur týdning, at næmingarnir hava lært at læra eitt fremmandamál og enntá eitt, har orðfeingið ikki kemur nærum av sær sjálvum við filmum, Youtube, TikTok og øðrum appum. 

 

Lat okkum geva ungu borgarum okkara fleiri møguleikar heldur enn færri. Lat okkum fjálga um fjølbroytni næminganna og geva teimum javnsettar møguleikar at velja breyt á miðnámi.