ÍTRÓTTAFAGNAÐURIN: Heri Ziska er ársins ítróttavenjari

Triði heiðurin á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll er handaður

Heri Ziska frá frælsa ítróttarfelagnum, Hvirlan fekk heiðurin handaðan frá Eyðvør Klakstein, miðvallara hjá KÍ

Í kvøld er Ítróttafagnaður í Løkshøll í Runavík.

 

Triði heiðurin í kvøld var: "Ársins ítróttarvenjari". 

 

Royndi og drúgvi venjarin, Heri Ziska frá frælsa ítróttarfelagnum, Hvirlan fekk heiðurin handaðan frá Eyðvør Klakstein, miðvallara hjá KÍ.

 

Heri staðfesti í samrøðu við Sáru Jógvansdóttir, at tað er fantastiskt at síggja teir ungu íðkararnar røkka sínum málum: "Ein verður upplyftur av at venja hesi ungu", sigur Heri Ziska.

 

Hini tilnevndu vóru Sarita Kristina Hansen í KÍF Kappróðri, og Wong Fai Yin í Havnar Badmintonfelagi. 

 

 

 

Heri Ziska frá frælsa ítróttarfelagnum, Hvirlan fekk heiðurin handaðan frá Eyðvør Klakstein, miðvallara hjá KÍ