Jan Restorff fingið heiðursløn í Den Danske Spiseguide

Navnframi matstovuleiðarin á Søllerød Kro hevur fingið sonevnda “hall of fame” viðurslønina í Den Danske Spiseguide.

Jan Restorff er komin í Hall of Fame hjá Den Danske Spiseguide

Den Danske Spiseguide nevnir millum annað í viðurslønini, at Jan hevur natúrligan førleika at ‘lesa’ tørvin hjá gestunum og letur seg sjálvan vera sjónligan alt eftir støðuni. Afturat hesum hevur hann eina fakliga vitan um vín og veit, hvussu tað hóskar til gastronomi.

– Vit eru ómetaliga stolt av at kunngera, at Jan Restorff er komin í “hall of fame” hjá Den Danske Spiseguide, tað skrivar Søllerød Kro á Facebook í dag.

– Góða tænastan, har tú kennir teg vælkomnan og hoyrdan, hevur altíð verið drívmegin hjá Jan, og tí eru vit eisini sera glað og errin av, at tað júst er arbeiðið, sum Jan fær rós fyri.

Jan Restorff er føddur í Tórshavn 1967 og útlærdur sum tænari 1988 á Royal Hotel í Keypmannahavn. Hann hevur verið matstovuleiðari á Søllerød Kro síðan 1999, har hann hevur sett dám á víðagitnu matstovuna. Den Danske Spiseguide hevur kosið Søllerød Kro ársins matstova í Danmark í 2005 og 2018, og matstovan fekk eina Michelin-stjørnu í 2007 og hevur varðveitt hana síðan.

##med2##

 

Jan Restorff er komin í Hall of Fame hjá Den Danske Spiseguide