Jóhan sendi Vilhelm úr týsku steypakappingini

Hoyvíkingurin og havnarmaðurin skutu samanlagt fimm mál í áttandapartsfinaluni

Fyrr í kvøld tóku Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf móti Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgunum í Flensburg-Handewitt í áttandapartsfinaluni í týsku steypakappingini, DHB Cup.

 

Flensburg vann ein greiðan 33-26 sigur. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og var Flensburg bert á odda 14-13 í steðginum.

 

Vilhelm fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Jóhan skoraði upp á tveir av trimum málmøguleikum, og hann var eisini noteraður fyri eitt upplegg (assist).

 

Í kvøld spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel eisini áttandapartsfinalu. Hon er á heimavølli móti Magdeburg.