Jóna Lindenskov in memoriam

15.12.1936 – 17.07.2023

 

Nú Jóna, tú fórst um hitt evsta lið,

har ættfólk tey undan tær fóru,

at fáa í moldum hin æviga frið

og himnasæluna stóru.

-----

Vit kendu teg Jónu, sum kvinnuna ta,

sum søguvís mannaði borðið,

har lagalig tú fekst legnað oss lag

við vitan og vísdómsins orði.


Tú skilagóð vísti oss søgunnar slóð,

hvussu tíðirnar undan tær fóru,

har fólk várt í øldir um landið várt gróð,

og livikor fjølbroytt tey vóru.

-----

Vit takka tær fyri, tað okkum tú var,

meðan árini mongu tey runnu,

og alt tað bjarta tú í tær bar,

sum saman við tær vit funnu.


Við sorg vit siga tær her farvæl,

nu jarðarskeiðið er runnið,

nú heima í Himli tú heil og sæl,

hitt æviga ljós hevur vunnið.

                                                           pmp