Í kvøld klokkan 18 verður ein dystur spældur í Betrideildini á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
KÍ sum er greitt á odda við 55 stigum tekur ímóti B68, ið er nummar sjey við 18 stigum.
KÍ er risastórur favorittur hjá 15 altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin.
KÍ hevur vunnið teir seinastu 10 dystirnar móti B68 í bestu mansdeildini.
Seinast B68 vann á KÍ í bestu mansdeildini var á Svangaskarði 21. september í 2014. Tá vann B68 1-0. (Kelda: FaroeSoccer)
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,13 og 1,20.
Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 9,00 og 16,20.
HER eru oddsini:
##med2##