Kommunuval og mannarættindi

Øll orsøk er at takka teimum, sum hava stillað upp til kommunuvalið, og ynskja teimum tillukku, sum hava fingið fólksins álit.

 

Eitt sum undraði meg var at síggja í KVF, at atkvøðuseðlar vóru vrakaðir, har eingin ivi var um hvat ið veljararnir hevði ætlað sær at valt. Orsøkin var at lógin sigur, at bert ein krossur skal standa á atkvøðuseðlinum.

 

Men tað er valstýrð sum ger av hvørjir seðlar skulu góðkennast. Hendan fyrisitingarliga avgerð kann í øllum demokratiskum londum leggjast fyri dómsvaldið, sum tekur støðu til um avgerðin er røtt. Eitt mál um kommunuvalið í Tórshavn 1980 kom í hægstarætti. Rætturin kann gera av um valstýrið hevur tikið rætta avgerð, herundir um lógartulking hennara er røtt.

 

Øll hava sambært mannarættindasáttmálanum rætt til at atkvøða. Við at vraka ein atkvøðuseðil verður hesin rættur tikin frá hesum borgara. Hetta er eitt álvarsmál, og dómstólar um allan heim leggja dent á at valstýrini fyrst og fremst hugsa um at borgararin sleppur at nýta síni mannarættindi. Tí hyggja dómararnir eftir atkvøðuseðlinum og taka støðu til um tað sæst á honum hvat veljararin hevur viljað. Orðingin í vallógini um at bert ein kossur skal standa er tí vegleiðandi fyri valstýrið. Endamálið við hesi orðing er at gera greitt at veljarin ikki skal seta nakað á valseðilin sum kann gera tað møguligt hjá nøkrum at fáa at vita hvør veljarin er, tí tað er brot á regluna um loyniligt val, sum eisini er ein mannarættur. 

 

Skilligt er at fleiri av teimum vrakaðu seðlunum í Tórshavn høvdu verið góðkendir um teir komu fyri dómaraeygu.

 

 

 

Zakarias Wang