Koyrdi ávirkaður og hevði trupult við at parkera

- Bilførari, sum koyrdi ávirkaður í Havn, varð tikin við inn á støðina, har vit høvdu hann undir hond í umleið ein tíma, sigur løgreglan.

Klokkan 19.22 í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um ein bilførara í Havn, sum neyvan var edrúur.

 

- Fráboðarin visti at siga, at bilurin koyrdi í miðbýnum í Havn, og at síggja til var koyringin hjá viðkomandi bilførara óstøðug.

 

Løgreglan fór út, fann bilføraran og tók hann við sær á støðina, har tey høvdu hann undir hond í umleið ein tíma.

 

- Viðkomandi varð síðan leyslatin aftur, men er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at fráboðarin eisini hevði staðfest, at umrøddi bilførari hevði trupulleikar við at parkera bilin.

 

Tá hann skuldi parkera, tók hann nevniliga í ein annan bil, og tá var neyvan nakar serligur ivi um, at alt ikki var, sum tað átti.