Í juni mánaði í fjør varð spakin settur í, og hin 23. januar er arbeiðið avhendað.
- Arbeiðið at byggja aftrat læknamiðstøðini í Gøtudali er nú komið somikið áleiðis, at Articon og Eysturkommuna hava skrivað undir avhendingarskjal, og eru Articon harvið lidnir at byggja.
Tað siga tey í Eysturkommunu í dag.
Víst verður á, at býráðið játtaði 8,9 milliónir krónur til arbeiðið í 2024, og hósdagin 18. apríl í fjør varð sáttmáli millum Articon og Eysturkommunu undirskrivaður.
- Spakin varð settur í 19. juni, og hóast ávirkan uttanífrá og summarferiu í tíðarskeiðnum, standa hølini nú liðug.
Lagt verður aftrat, at eftir er bert at seta leysa innbúgvið upp, og verður hetta gjørt í næstum.
- Tá hølini eru endaliga klár, verða allir borgarar bodnir til móttøku, har møguleiki verður at skoða nýggju hølini.
Við nýggju hølunum verður møguligt hjá øllum borgarum í Eysturkommunu at greiða síni læknaviðurskifti í viðtaluni í Gøtudali.