Hvørt vikuskiftið er brúk fyri millum 80 og 90 dómarum og hjálpardómarum til fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum. Tað hevur tí stóran týdning at útbúgva nýggjar dómarar, sigur dómaraleiðarin hjá FSF, Lassin Isaksen
Um hálvan annað mánað fer fótbólturin av álvara á rull aftur. Fyrsta vikuskiftið í mars er stórsteypadysturin hjá monnum á skránni, og eina viku seinni byrjar Betrideildin. Síðani verður spælt mest sum uttan íhald til síðst í oktobur mánað.
Men eingin dystur uttan dómarar. Hvørt vikuskiftið er brúk fyri millum 80 og 90 dómarum og hjálpardómarum til fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum, umframt U21.
– Vit hava brúk fyri fleiri dómarum, og arbeiða tískil alla tíðina við og kanna ymsar møguleikar, hvussu vit kunnu fáa fleiri dómarar. Tá er gott við dugnaligum og ídnum instruktørum, ið brenna fyri dómarayrkinum.
– Nærum hvørt vikuskifti, meðan kappingin er í gongd, hava vit brúk fyri millum 80 og 90 dómarum og hjálpardómarum. Og tá samlaða mongdin ikki er nógv meira enn tað, mugu onkrir dómarar átaka sær at vera partur av tveimum dystum okkurt umfar. Hetta er sjálvandi ikki nøkur ynskistøða, men við góðum samstarvi við feløgini fáa vit tað at hanga saman.
Tað sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, nú enn eitt kappingarár stendur fyri framman, og fyrireikingarnar av álvara eru byrjaðar – ikki bara fyri fótbóltsspælararnar, men eisini fyri teir, ið skulu syrgja fyri at dystirnir verða avgreiddir eftir galdandi reglum.
– Í løtuni eru ellivu dómarainstruktørar knýttir at FSF, og saman við teimum fara vit næstu vikurnar at skipa fyri dómaraskeiðum kring landið. Ein av fyrst komandi døgunum fara vit at senda innbjóðing til feløgini, og vónandi taka fleiri av hesum møguleika, sigur Lassin Isaksen.
FSF hevur ábyrgdina av at seta dómarar til dystirnir í Betrideildini, í 1. deild og í 2. deild hjá monnum og í U21, og í Betrideildini hjá kvinnum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##