Í dag endaði kappingarárið hjá liðnum hjá Hera Hjalt Mohr, Strømmen í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Strømmen fekk ein góðan enda á kappingina við einum 4-1 (3-0) sigri á Kjelsås á útivølli.
Strømmen endaði á einum triðja plássi við 46 stigum. Sostatt verður ikki talan um nakra uppflyting hjá Strømmen á hesum sinni. Teir eru 12 stig aftanfyri oddaliðið, Skeid Oslo sum við 58 stigum flytur upp í næstbestu deildina.
Heri fekk bert nakrar fáar minuttir á vøllinum í dag, og tað hevur verið gongdin síðani hann í summar var raktur av einum skaða, og hevur roynt at koma fyri seg aftur. Undan summarsteðginum hevði Heri fitt av spælitíð í fleiri dystum hjá Strømmen.