Liðið hjá Róa og Pæturi bjargaði plássinum í bestu deildini

Hallby vann eisini triðja Play Off dystin móti Vinslövs

Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelgarnir í Hallby høvdu stórar trupuleikar móti Vinslövs úr næstbestu svensku hondbóltsdeildini í tí fyrsta Play Off dystinum um rættin at spæla í bestu svensku deildini komandi kappingarár.

 

Aftaná longda leiktíð vann Hallby 33-31. 

 

Men nú hevur Hallby sett alt upp á pláss í tveimum heimadystum móti Vinslövs. 

 

Mánakvøldið vann Hallby greitt 33-26 (18-14) á Vinslövs, og í kvøld vann Hallby stórsigur 34-25 á Vinslövs. Í steðginum var Hallby á odda 17-12.

 

Sostatt vann Hallby Play Off dystirnar 3-0, og tí spælir Hallby í bestu svensku deildini komandi kappingarár.

 

Rói skoraði fimm mál og legði upp til eitt mál í dystinum í kvøld.

 

Rói og Pætur kunnu nú hugsavna meg HM-undankappingardystirnar A-landsliðið skal spæla móti Norðurmakedonia. Fyrst í høllini á Hálsi, mikukvøldið 8. maj klokkan 19, og á útivølli í Skopje, sunnukvøldið 12. maj klokkan 18.