Løgreglumenn hjálptu Puigdemont at flýggja

Tveir løgreglumenn í Katalonia eru handtiknir fyri at hava hjálpt loysingarmanninum, Carles Puigdemont, at flýggja úr Spania.

Eftirlýsti katalonski loysingarmaðurin, Carles Puigdemont, hevur eftir øllum at døma megnað at sloppið sær úr aftur Spania og er nú aftur í Belgia.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í morgun.

 

Í gjár hevði spanska løgreglan stórt leitingarátak, eftir at Puigdemont hvarv í einari mannamúgvu í einum ógvusligum ruðuleika í Barcelona.

 

Sambært flokki hansara var Carles Puigdemont í katalonska býnum longu týsdagin í hesi vikuni.

 

Loysingarleiðarin fór aftur til Barcelona, hóast hann kundi roknað við at verða handtikin eftir miseydnaða loysingarátakið í 2017.

 

Puigdemont hevur búð í Belgia síðan 2017, og nú var hann so aftur í Barcelona at vísa sínum stuðlum, at hann framvegis stendur við teirra lið.

 

Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at tveir løgreglumenn í Katalonia eru handtiknir fyri at hava hjálpt loysingarmanninum at flýggja.

 

Spanskar tíðindastovur siga, at ein bilur hjá lokalu løgregluni varð brúktur, tá Carles Puigdemont flýddi úr aftur landinum.

 

Nú krevur spanski hægstarættardómarin, Pablo Llarena, at fáa eina frágreiðing frá løgregluni í Barcelona og myndugleikunum í regiónini. 

 

Pablo Llarena vil hava at vita, hvussu tað kundi bera til, at loysingarmaðurin kundi ferðast til og úr aftur Spania uttan at verða handtikin.