Lokkaðu smádreingir við góðgæti upp í bilin

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at tveir ungir menn royndu at lokka nakrar smádreingir upp í bilin

savnsmynd

Hetta hendi í Gundadali í gjárkvøldið. Tá dreingirnir, sum vóru um 12 ára aldur, søgdu nei, royndur teir við góðgæti at lokka teir í bilinum. Tá onkur av smádreingjunum nevndi løgregluna, tóku menninir í bilinum til rýmingar.

Tað eydnaðist ikki smádreingjunum at fanga nummarplátuna av bilinum, tí teir vóru so skakkir av hendingini.

– Vit vita ikki, um nakað ólógligt er í hesum, ella hvørjar ætlanir, menninir í bilinum hava havt. Men vit vilja fegin frætta frá fólki, um onnur børn hava verið fyri slíkum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun.

 

 

savnsmynd