Marita Petersen heiðrað á stórum donskum bólkaportretti

Tann 12.november varð eitt nýtt stórt bólkaportrett avdúkað í Fólkatinginum av 30 kvinnum, ið allar hava havt týdning fyri fólkaræðið í danska kongaríkinum.

Fotomynd Ólafur Steinar Rye Gestsson www.ft.dk

Týsdagin 12.november varð eitt nýtt stórt bólkaportrett avdúkað í Fólkatinginum av 30 kvinnum, ið allar hava havt týdning fyri fólkaræðið í danska kongaríkinum og í ríkisfelagsskapinum.

 

Hetta skrivar Kinna Poulsen á listaportal.com.

 

Millum teirra er Marita Petersen (1940-2001), sum var fyrsti kvinnuligi løgmaður Føroya. Hon var forkvinna í javnaðarflokkinum og fekk torføru uppgávuna at vera løgmaður tíðarskeiðið eftir, at Føroyar vóru farnar á húsagang. Tað er listakvinnan Mie Mørkeberg, sum hevur málað flotta, litríka málningin, ið mátar 3x5 metur. Bólkaportrettið hongur í Samrøðurúminum yvir av kenda portrettinum hjá Herman Vedel av 30 monnum, sum fyrireika grundlógarbroytingina í 1915. Báðar myndir kunnu síggjast í Samrøðurúminum, har umleið 60.000 fólk koma árliga.

 

Føroysk listáhugað kennast kanska við Mie Mørkeberg frá hennara vøkru grafisku verkum, sum hon gjørdi fyri nøkrum árum síðani í Steinprenti, skrivar www.listaportal.com, har onkur mynd afturat eisini er at síggja.

 

##med2##

 

##med3##

 

Fotomynd Ólafur Steinar Rye Gestsson www.ft.dk