U21-landsliðsleikarin, Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad spældu í dag dyst á heimavølli í triðbestu donsku fótbóltdeildini móti Nykøbing.
Tað eydnaðist Aarhus Fremad at vinna dystin 2-1. Longu í triðja minuttinum legði útiliðið seg á odda 1-0. Í 62. minutti javnaði Sebastian Denius til 1-1. Sigursmálið hjá Aarhus Fremad skoraði Gustav Callo í 81. minutti.
Aarhus Fremad er næstfremst í deildini við 28 stigum. Teir eru fýra stig aftanfyri oddaliðið, Fremad Amager, og teir eru fýra stig frammanfyri Middelfart, ið er á triðja plássinum við 24 stigum.
Sunnudagin 10. november spælir Aarhus Fremad dyst á útivølli móti Næstved. Seinasti dysturin undan vetrarsteðginum verður á útivølli móti Frem, leygardagin 16. november.