Mikkjal K. Thomassen hevur longu fingið tveir persónligar heiðrar.
Fyri góðu avrikini við AIK Stockholm var Mikkjal valdur at vera besti venjarin í bestu svensku fótbóltsdeildini í august og september.
Nú er Mikkjal í uppskoti at gerast besti venjarin í allsvenskuni í oktober, so talan kann gerast um eitt hattrick hjá Mikkjali.
AIK er triðfremst í deildini við 51 stigum nú bert tvey umfør eru eftir at leika.
Komandi mánakvøld spælir AIK dyst á útivølli móti IFK Norrköping.