Njarðvík yvirlivdi í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini

Liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Njarðvík tapti 0-4 á seinasta leikdegi í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini, men lukkutíð fyri teir tapti Selfoss á heimavølli, og so var bjargingin vís

Tað stóð á gomlum nøglum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfeløgunum í Njarðvík, tá seinasta leikumfarið í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini var avgreitt í dag.

 

Tað eydnaðist Njarðvík at halda plássið í deildini við allarminsta marginali.

 

Njarðvík var fyri stórtapi 0-4 á útivølli móti Fjölnir. Tað sum tó bjargaði Njarðvík frá at enda á næstaftasta plássinum var, at Selfoss á heimavølli tapti 1-2 fyri Vestri.

 

Bæði Njarðvík og Selfoss endaðu á 23 stigum. Málúrtøkan hjá Njarðvík gjørdist 36-47. Málúrtøkan hjá Selfossi gjørdist 37-49.

 

Kaj Leo hevur roynt nógv í íslendskum fótbólti. Hann hevur roynt at vunnið meistaraheitið við FH og Vali, og hann hevur vunnið steypakappingina við ÍBV. Hann hevur eisini roynt at flutt niður úr bestu deildini við Akranesi.

 

Nú slapp hann lukkutíð undan at flyta niður í triðbestu deildina saman við Njarðvík.