Nógv flestu bilarnir í desember vóru elbilar

Ongantíð hava so nógvir elbilar verið skrásettir, sum í desember, tá yvir 70 prosent av nýggju bilunum vóru elbilar

Tað vísa hagtølini frá Akstovuni, sum facebook-síðan Elbilar í Føroyum hevur roknað uppá.

 

Í desember vóru 77 elpersónbilar skrásettir. Tað er tað sama sum 70,6 prosebt av øllum nýggjum skrásettum persónbilum í desember. Hetta er eisini nógv fleiri bilar, enn tá vóru metmánaðin higartil, sum var í juni, tá 59 elpersónbilar vóru skrásettir

 

Alt árið í fjør vórðu 503 elpersónbilar skrásettir, so tilsamans eru nú 1.106 elpersónbilar í Føroyum. Alt árið í fjør var parturin av nýskrásettum elbilum 31 prosent av øllum nýggjum bilum.

 

Borið saman við árið 2021, so vóru tá 296 elbilar skrásettir alt árið. Tað vísur, at vøksturin í skráseting av elbilum hevur verið 70 prosent, hóast afturgongdin í samlaðu persónbilasøluni hevur verið 17,5 prosent.

 

Uttan iva er ein orsøk til øktu søluna av elbilum í desember, at mvg afturberingin fyri elbilar fall burtur á nýggjárinum. Og næstan líka vist man tað vera, at sølna í januarmánaði ikki verður tann stóra av elbilum, tá teir vera munandi dýrari.

 

Landsstýrið hevur tó boðað frá, at lógin um mvg afturbering verður longd. Uppskotið verður lagt fyri tingið fyrsta dagin.

 

Landsstýrisfundur er í morgin, og hósdagin er tingfundur, so kanska málið verður lagt fyri tingið hósdagin.

 

Bólkurin Elbilar í Føroyum hevur eisini roknað út, hvussu tað hevur gingið við hinum ymsu bólkunum av bilum:

 

Bensin: -66 í mun til undanfarna mánað. Sostatt eru 603 færri bensinbilar á vegunum enn fyri einum ári síðani.

 

Diesel: -27 í mun til undanfarna mánað. Sostatt eru 308 færri enn fyri einum ári síðani.

 

Bensin HEV: +8, sostatt eru 505 fleiri Bensin HEV-bilar enn fyri einum ári síðani.

 

Bensin PHEV: +9, sostatt eru 128 fleiri Bensin PHEVbilar enn fyri einum ári síðani. Ein diesel PHEV er eisini komin.

 

Diesel HEV: +3, sum endaliga gevur 45 fleiri diesel HEV enn fyri einum ári síðani.

 

Tá alt so er roknað saman, so eru 271 fleiri persónbilar komnir á veginar í ár, har 503 vóru elbilar, sum so vil siga, at talið av útstoytum (persónbilar) er minkað við 232 eftir einum ári.

 

Onnur tøl

 

ElVøruvognar: 48, tað eru 21 fleiri enn fyri ári síðani.

 

ElPrutl: 54, tað eru 6 fleiri enn fyri ári síðani.