Nú eru 6 prosent av bilunum elbilar

Talið av elpersónbilum er vaksið við góðum 80 prosentum.

 

Tað skrivar Facebooksíðan El-Bilar í Føroyum, sum hevur hugt eftir seinastu uppgerðini hjá Akstovuni:

Mongdin av elpersónbilum vaks við 72, hetta er 81,8% av øllum nýggjum skrásettum bilum, men við at rokna brúktar innfluttar bilar uppí, so eru elbilar 66,6% av øllum skrásettum persónbilum í november mánaði. Í fjør var hetta 35% (49 elbilar), so eitt ordiligt lop er hent hetta árið, hóast 27% færri persónbilar vóru seldir í november í ár, í mun til í fjør. 

Hinir bólkanir kláraðu seg soleiðis í mun til samlaðu mongdina á vegunum fyri einum mánað síðani.

Bensin: -92

Diesel: -37

Bensin PHEV: +1

Bensin HEV: -47

Diesel HEV: +1

– Tað merkir at nú eru 102 færri bilar á vegunum í mun til fyri einum mánaði síðani, legg elbilarnar afturát, so eru 174 færri útstoyt eftir einum mánaði.

Sostat kann sigast við heilt hampuligari vissu, at tað bert er framgongd at síggja hjá elbilum, sum støðan er nú. 462 elpersónbilar eru skrásettir í ár, sama tíðarskeið í fjør vóru 426, skrivar Facebooksíðan El-Bilar í Føroyum.

Av teimum 27.801 persónbilunum eru 16.961 bensin (61%), 9.272 diesel (33%) og 1.568 elbilar (6%).