Mentamálaráðið boðar í dag frá, at tey hava sent til hoyringar uppskot til broyting í løgtingslóg um kringvarp.
– Endamálið við broytingaruppskotinum er at tryggja, at Kringvarpið so líðandi kemur í fíggjarliga javnvág og at tryggja inntøkugrundarlagið móti árligum prísvøkstri. Eisini er eitt av endamálunum at lækka gjaldskyldugu upphæddina hjá smærri virkjum og stovnum.
– Skotið verður upp at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga við at hækka gjaldið úr 150 krónur um mánaðin og upp í 163 krónur um mánaðin. Hjá fólki í fólkapensjónsaldri verður skotið upp at hækka gjaldskyldugu upphæddina úr 50 krónum og upp í 63 krónur.