Nýggjur bygningur fer at savna fólk í øllum aldri á Eiði

Verkætlanin, sum hevur verið gjølla fyrireikað, fer at avloysa Eiðisstovu, frítíðarskúlan og ungdómshúsið. Harafturat verður bygningurin ein miðdepil fyri trivnaði, samveru og frítíðarvirksemi – tó uttan at tað ávirkar skattaprosentið

 

Á økinum norðanfyri fótbóltsvøllin, tætt við Korndalsgarð og Hólmahúsið, verður ein nýggjur og nútímans bygningur bygdur.

 

- Nýggja húsið verður í tveimum hæddum á umleið 450 fermetrar hvør hæddin. Bygningurin verður hitaður við grønari orkuskipan og er mettur at kosta umleið 20 milliónir.

 

Tað siga tey í Eiðis kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at fíggingin er fingin til vega – og uttan, at tað ávirkar skattaprosentið ella barnafrádráttin í kommununi.

 

- Eldru borgararnir, sum í dag halda til í Eiðisstovu, fara at fáa betri umstøður í nýggja bygninginum, Frítíðarskúlin fær nýggj hølir við góðum umstøðum og verður framtíðartryggjaður til 60 børn.

 

Í Eiðis kommunu siga tey, at við hesi verkætlan fær ungdómurin eisini eitt hús, sum bjóðar nýggjar møguleikar innan eitt nú tónleik, miðling, list, verkstað, hondarbeiði og mangt annað. 

 

- Nýggja húsið er ætlað sum eitt stað, har tey ungu saman við teimum eldru, sjálvi eru við til at skapa og menna felagsskapin – og soleiðis styrkja sjálvsálitið og virkishugin.

 

Lagt verður aftrat, at verkætlanin verður ein miðdepil fyri trivnaði, samveru og frítíðarvirksemi hjá øllum bygdarfólkinum, og verkætlanin er gjølla fyrireikað. 

 

Bygginevndin hevur nevniliga verið runt í øðrum kommunum og hevur hugt at líknandi tilboðum. 

 

##med2##

 

- Síðan 2021 hava vit arbeitt saman við øllum avvarðandi fakbólkum, og nú fegnast vit um hesa nýggju og slóðbrótandi verkætlan, sum fer at betra trivnaðin hjá borgarunum í øllum aldri, siga tey í Eiðis kommunu í dag.

 

Á heimasíðuni - www.eidi.fo - sæst ein framløga av Húsinum millum Vatna, sum hevur verið víst á almennum bygdaráðsfundi.

 

##med3##