Ógvuslig tokvanlukka í India í morgun

Fyribilstøl siga, at 288 fólk eru deyð, og fleiri enn 900 hava fingið løstir.

Trý tok gjørdust í morgun partur av einari stórari tokvanlukku í India - einari vanlukku, sum sambært fyribilstølum hevur kravt nógv mannalív.

 

Úr India verður sagt, at í minsta lagi 288 fólk higartil eru staðfest deyð.

 

Vanlukkan hendi, tá eitt ferðafólkatok rendi saman við einum góðstoki, og eitt triðja ferðafólkatok síðan rendi inn í hini bæði fyrru, sum stoyttu saman.

 

Soleiðis gjørdust trý tok partur av einari ógvusligari tokvanlukku í landinum, sum hevur kravt nógv mannalív.

 

Leiðarin fyri sløkkiliðið í økinum, sum kallast Sudhanshu Sarangi, sigur við AFP-tíðindastovuna í morgun, at fleiri enn 900 fólk hava fingið løstir í vanlukkuni.

 

##med2##

 

Times of India veit at siga, at einir 10-12 tokvognar fóru av sporinum, tá tey bæði fyrru tokini stoyttu saman. Síðan rendi enn eitt ferðafólkatok inn í allan ruðuleikan.

 

- Eg svav, tá samanstoyturin hendi, men vaknaði, tá tokið fór av breytini. Knappliga sá eg millum 10 og 15 deyð, sigur ein sum yvirlivdi vanlukkuna við Reuters.