Skúlaflokkar vitja Havstovuna

Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu rusk úr Føroyum kann enda á Svalbard.

 

Í sambandi við umhvørvisvikuna hava 1. - 4. flokkar í Tórshavn verið á rundferð í Havn og steðgað á ymsastaðni. M.a. hava tey vitjað Havstovuna fyri at hoyra um, hvat hendir við ruski, sum endar á sjónum. Tey hoyrdu um havstreymar, sum fara um øll heimshøv, og um hvussu havstreymarnir ferðast fram við Føroyum og víðari norðureftir fram við Noreg og inn í Barentshavið ella fram við Svalbard og inn í Pólhavið. Eisini hoyrdu tey um fløskupostar, og hvussu teir – eins og ymiskt rusk – kunnu fara við streyminum úr Føroyum og enda á onkrari strond í Noreg ella á Svalbard.

 

Havstovan takkar fyri vitjanina av øllum teimum fittu børnunum, skrivar Havstovan á hav.fo.

 

##med2##