Páll endaði á 23 málum

ÍF megnaði at halda tørn um javnleik, inntil tað restaðu fimm minuttir

ÍF segði í dag farvæl á hesum sinni við bestu deildina. Í Fløtugerði endaði tað við 4-1 sigri til KÍ. Inntil tað restaðu fimm minuttir, var støðan 1-1, men so skoraði KÍ trý mál síðstu lítlu løtuna.

 

Páll A. Klettskarð legði KÍ á odda longu í øðrum minutti, og sum so mangan fyrr og eisini í ár, so var tað Árni Frederiksberg, sum átti uppleggið úr høgru, tá ið Páll A. Klettskarð úr 10 metrum drønstútaði bóltin í málið. Hetta var 23. málið hjá toppskjúttanum, sum nú hevur skorað 205 mál í bestu deildini.

 

ÍF javnaði til 1-1 í 58. minutti. Áðrenn hann í summar flutti úr KÍ og til Fuglafirðar, var Símun Kalsø sambært FaroeSoccer skrásettur fyri at hava spælt 10 dystir í bestu deildini. Í dag spældi hann fyri 10. ferð í bestu deildini í ÍF troyggju, og í dag var hann fyri fyrstu ferð yvirhøvur málskjútti í bestu deildini.

 

Karl Løkin legði við frísparki úr høgru fram í brotsteigin, og dygst innanvert brotsteigarmarkið var tað Símun Kalsø, sum drønstútaði bóltin í málið.

 

KÍ var nógv á bóltinum, men tað gekk illa at fáa bilbukt við tøttu ÍF verjuna. Fimm minuttir undan dystarenda eydnaðist tað Árna Frederiksberg at skora. Kristoffer Ødemarksbakken átti uppleggið, og tveir minuttir seinni var tað Kristoffer Ødemarksbakken, sum økti um munin til 3-1. Tá átti Jóannes Kalsø Danielsen uppleggið.

 

Beinanvegin eftir steðgin varð Dan í Soylu skiftur inn at spæla fyri síðstu ferð í KÍ troyggjuni. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, økti hann til 4-1 við skoti av brotsteigarmarkinum eftir stutta frísparkssending frá Árna Frederiksberg.

 

KÍ uppstillingin bar í dag brá av, at teir fyrstu ellivu eisini í 2025 fara at spæla við KÍ. Tað hevur ikki verið so ofta fyrr í ár, at Odmar Færø, Hallur Hansson og René Shaki Joensen í senn hava verið millum teir fyrstu ellivu.

 

Hvørgin av svensku spælarunum var á vøllinum, og Heini Vatnsdal, sum í síðstu viku fylti 33 ár, var á beinkinum alla tíðina. Hann gevst nú í KÍ, har hann hevur verið síðani á sumri í 2020.   

 

 

 

ÍF – KÍ 1-4 (0-1)

 

0-1: Páll A. Klettskarð

 

1-1: Símun Kalsø

 

1-2: Árni Frederiksberg

 

1-3: Kristoffer Ødemarsbakken

 

1-4: Dan í Soylu

 

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Símun Kalsø, Karl Løkin, Peter Ullum, Tonni Thomsen – Jóhann J. Højbro, Bogi Reinert-Petersen – Silas Gaard, Jákup Andrias Thomsen, Gundur E. Petersen – Uros Stojanov

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Børge Petersen, Claes Philip Kronberg – Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Kristoffer Ødemarksbakken – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Joseph Michael Williams