Páll hevur ikki orð fyri hvussu gott hetta er

Fyrsti formaðurin í Víkingi hevði ikki ímyndað sær, at tað fór at tørna so væl út, sum tað hevur gjørt, síðani LÍF og GÍ løgdu saman

Veðrið er av tí fagrasta í Gøtu, og tað er av álvara FM hýrur. Á vøllinum var talan um avgreiðslusøk, áðrenn FSF forsetin Christian Andreassen handaði gullkrónur og FM steyp.

 

Gulldreingirnir gjørdu tað, sum tað varð roknað við og vónað.

 

Tað tók sína tíð. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, men í 56. minutti eydnaðist tað at fáa hol á. Miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard smekkaði til úr 28 metrum og eitt vet til høgru, og bólturin brast í handara síðunetið.

 

Jóhan Petur Poulsen skifti fimm spælarar út, so allir teir, sum hava verið við til at vinna FM heitið, fingu høvi á vøllinum at smakka FM rómin.

 

Olaf Bárðarson varð skiftur inn, og í 71. minutti setti hann við vinstra stólpa bóltin í máli eftir sending frá Poul Kallsberg.

 

Og fýra minuttir seinni skiftu teir báðir um leiklut. Tá var tað Poul Kallsberg, sum setti bóltin í málið eftir sending frá Olaf Bárðarson.

 

Átta minuttir undan leikloki var tað enn ein innskiftur spælari, sum staðfesti sigurin. Tað var Jørgen Nielsen eftir sending frá vongverjanum í høgru Ara Olsen.

 

07 Vestur var við til at mynda gott undirhald, og tríggjar minuttir undan leikloki var tað vongverjin í høgru Kevin Egell-Johnsen, sum minkaði um munin til 4-1.

 

Eftir síðsta bríksl var fagnaðurin stórur millum spælarar og stóru mannfjøldina, sum stuðlar felagnum.

 

Ein av teimum er Páll Gregersen, sum í 2008 var ein av oddamonnunum fyri samanleggingini av LÍF og GÍ, og sum var formaður fyrstu trý árini. Frá 2008 og fram til 2011 tá ið Brandur Jacobsen tók við. Hann er framvegis formaður.

 

-Eg havi ikki orð fyri, hvussu hugaligt hetta er. Tá ið vit løgdu saman, visti eg, at hetta fór at rigga, men satt at siga visti eg ikki, at tað fór at rigga so væl, sum tað hevur víst seg at gera. Vit eiga og ala spælararnar, og vit hava vunnið 1. deild og U-17 kappingina. Vit høvdu ikki ímyndað okkum, hvussu væl eydnað tað fór at verða í leiðsluni, tí har fingu vit tvífalt, uttan at vit høvdu hugað um, hvussu tað skuldi vera við hesum, og síðani 2008 og alt síðani hevur stuðulin frá øllum í kommununi verið heilt framúr, sigur Páll Gregersen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 úrvarpinum.   

 

##med2##

 

Víkingur – 07 Vestur 4-1 (0-0)

 

1-0: Aron Jarnskor Ellingsgaard 56.

 

2-0: Olaf Bárðarson 71.

 

3-0: Poul Kallsberg 82.

 

4-0: Jørgen Nielsen 82.

 

4-1: Kevin Egell-Johnsen 87.

 

Dómari: Rani A. Skaalum

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Finnur Justinussen, Jákup Johansen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin-Egell-Johnsen, Dann Fróðason, Amer Ordagic, Jóannis á Steig – Jón í Horni Nielsen, Mikkel Elbæk Jakobsen, Janus Svabo Samuelsen, Julian Mouritsen, Filip Brattbakk – Emil G. Pedersen