Parkeringspláss framvið Vegnum Langa

Viðmerkingar til niðurstøðu hjá Kommunala Eftirlitinum um parkeringspláss framvið Vegnum Langa

Kommunala Eftirlitið metir, at kommunan letur ólógligan stuðul, um kommunan ikki kunnar um, at parkeringsbásarnir fram við Vegnum Langa, har samkoma heldur til, kunnu nýtast av øllum borgarum í kommununi.

 

Tað hevur alla tíð verið fatan kommunurnar, at ítøkiligu parkeringsbásarnir fram við Vegnum langa í Hoyvík kunnu nýtast av øllum borgarum á jøvnum føti við samkomuna. Einki er sostatt ólógligt.

 

Kommunala Eftirlitið vísir í niðurstøðu síni á, at eftirlitið metir, at kommunan hevur ein kommunalan áhuga í at gera parkeringsbásar í økinum.

 

Júst hesa fatan hevði og hevur Tórshavnar kommuna, og tí varð mett, at tað gagnaði borgarunum at fáa til vega fleiri parkeringspláss í økinum.

 

Av somu orsøk fór kommunan undir at skipa parkeringsøkið framvið Vegnum langa í einum samstarvi við samkomuna við tí endamáli at útvega fleiri almenn parkeringspláss í økinum.

 

Kommunala Eftirlitið vísir í niðurstøðu sínari á, at leiðslan í samkomuni skal hava ført fram, at samkoman hevur ræðisrættin á umtalaðu parkeringsplássum. Hesum er Tórshavnar kommuna ikki samd í. Víst skal verða á, at helvtin av parkeringsplássunum liggja enn í litra k, sum er øki hjá kommununi, lagt av til veg.

 

Samanumtikið tekur kommunan undir við niðurstøðuni hjá Kommunala Eftirlitinum, tá ið staðfest verður, at kommunan hevði ein kommunalan áhuga í at nýta pening upp á at útvega parkeringspláss í økinum og at gera hetta í einum samstarvi við samkomuna har.

 

Eftir niðurstøðuna hjá Kommunala Eftirlitinum fer Tórshavnar kommuna at seta seg í samband við samkomuna fyri at fáa greiðari viðurskifti fyri parkeringsbásarnar og tilskila við skelting, hvørji parkeringspláss eru almenn, og hvørji hoyra serskilt til samkomuna. Sostatt er onki ólógligt farið fram, sum Kommunala Eftirlitið hevur hug at pástanda.

 

 

 

Tórshavnar kommuna

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri