Lív og liðfelagarnir mistu javnleikin móti dystarenda

Sigursrøðin hjá Lív Poulsen og liðfeløgunum í TMS Ringsted var steðgað ígjár

Ígjár spældu Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted dyst á útivølli móti Holstebro í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Undan dystinum hevði Ringsted vunnið fýra dystir rað, men ígjár var sigursrøðin steðgað. 

 

Holstebro vann ein tepran 25-24 sigur. Evi Jaspers skoraði sigursmálið fyri Holstebro til 25-24 tá bert sjey sekund vóru eftir av dystinum. 

 

Í steðginum var heimaliðið á odda 13-12. Lív skoraði trý mál.

 

Ringsted er nummar sjey í deildini við átta stigum fyri 10 dystir. Aftaná fimm teir fyrstu dystirnar hevði liðið einki stig, so talan er um ein stóran bata. 

 

Seinasti dysturin hjá Ringsted undan jólum verður á heimavølli leygardagin 16. desember. Tá kemur Roskilde á vitjan.

 

Kappingin verður tikin upp aftur 6. januar.