Soleiðis sá út í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, í morgun, sum Ísrael leyp á. Bæði kjarnokuverk og iranski oljuídnaðurin fingu frið. Lopið varð í staðin á loftverjustøðir og vápnaframleiðslu í Iran

Ísrael fekk ikki sín vilja

- Eingi álop vóru á iransk kjarnorkuverk, ei heldur á oljuídnaðinum í landinum, sum annars hevur verið stúrt fyri, sigur verjugreinari við Nupi-stovnin

Soleiðis sá út í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, í morgun, sum Ísrael leyp á. Bæði kjarnokuverk og iranski oljuídnaðurin fingu frið. Lopið varð í staðin á loftverjustøðir og vápnaframleiðslu í Iran

Í nátt framdi Ísrael málrættað álop á Iran, sum hevnd fyri iranska álopið á Ísrael hin 1. oktober, tá Iran skeyt næstan 200 rakettir eftir málum í Ísrael.

 

Talsmaðurin hjá ísraelska herinum (IDF), Daniel Hagari, váttaði, at tað var Ísrael, sum stóð aftanfyri álopið í nátt.

 

Norski verjugreinarin, Per Erik Solli, sum starvast við Nupi-stovnin, sigur, at ísraelska álopið í nátt var rættiliga avmarkað og málrættað.

 

- Ísrael hevur bara lopið á hernaðarlig mál og á iranska verjuídnaðin, sum hevur tilknýti til ballistisku rakettirnar, sum Iran brúkti í álopinum á Ísrael hin 1. oktober. Hetta var eitt ógvuliga avmarkað álop, sigu verjugreinarin við www.tv2.no

 

Úr Iran verður sagt, at flestu ísraelsku rakettirnar vórðu skotnar niður av iransku loftverjuni, og at skaðarnir í sambandi við álopið eru avmarkaðir. Útlendskir miðlar vita tó at siga, at tvey iransk herfólk lótu lív í álopinum.

 

- Hvussu ísraelsku álopini annars eydnaðust, fáa vit at síggja, tá fylgisveinamyndir seinni verða vístar av skaðunum, sigur Per Erik Solli.

 

Sagt verður, at millum málini, sum Ísrael rakti, var eitt nú eitt framleiðsluvirki, sum byggir rakettir. Sambært verjugreinaranum leyp Ísrael eisini á iranskar loftverjuskipanir til tess at byrgja upp fyri, at loftverjurakettir ikki vórðu sendar eftir ísraelsku stríðsflogførunum.

 

- Eingi álop vóru á iransk kjarnorkuverk, ei heldur á oljuídnaðinum í landinum, sum annars hevur verið stúrt fyri, leggur greinarin aftrat.

 

Per Erik Solli heldur fyri, at tíbetur vóru ísraelsku álopini hesaferð eftir øllum at døma væl umhugsað, og hann heldur, at hetta hevur sína orsøk í, at nógvar samrøður hava verið, bæði innanhýsis í Ísrael og millum Ísrael og USA.

 

- Tey, sum høvdu ynskt eitt meira umfatandi álop á Iran, hava ikki fingið sín vilja, sigur greinarin, sum heldur, at tað eitt nú er USA, sum hevur hildið ísraelum aftur í at leypa á oljuídnaðin hjá Iran.

 

USA hevur nevniliga gjørt Ísrael greitt, at álop á iranska oljuídnaðin hevði ikki bara gingið út yvir Iran fíggjarliga, men hetta hevði eisini elvt til, at oljuprísirnir hækkaðu, sum ikki hevði verið serliga heppið undan amerikanska forsetavalinum.

 

 

Soleiðis sá út í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, í morgun, sum Ísrael leyp á. Bæði kjarnokuverk og iranski oljuídnaðurin fingu frið. Lopið varð í staðin á loftverjustøðir og vápnaframleiðslu í Iran