Valsigurin hjá Donald Trump í USA letur upp fyri nýggjum møguleikum til samrøður millum Russland og USA.
Tað heldur russiski umboðsmaðurin í ST, Gennady Gatilov, og tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur.
Gennady Gatilov sigur, at Russland er opið fyri friðarsamráðingum við Ukraina, men samráðingarnar mugu taka støði í veruleikanum á hermótinum.
- Um Donald Trump byrjar samráðingar um Ukraina, eru vit opnir fyri hesum, leggur russiski ST-umboðsmaðurin aftrat.
Í morgun veit tíðindastovan Reuters annars at siga, at ukrainski herurin hevur tikið ukrainska býin, Kupiansk, aftur frá russum.