Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld næstseinasta dystin í grundspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Sävehof tapti á útivølli 29-32 fyri Skövde, ið var á odda 15-14 í steðginum.
Úrslitið merkir, at Sävehof kann ikki longur røkka fyrsta plássinum í grundspælinum. Sävehof hevur 39 stig, og við bert einum dysti eftir kunnu teir ikki røkka Kristianstad, ið hevur 42 stig á fyrsta plássinum.
Elias skoraði tvey mál, og legði upp til seks mál í kvøld. Óli skoraði eitt mál hesaferð.
Sävehof skal tí í fjórðingsfinalunum spæla móti liðnum, ið endar á sjeynda plássinum í grundspælinum.
Sävehof spælir seinasta dystin í grundspælinum á heimavølli komandi fríggjakvøld móti komandi liðnum hjá Róa á Skipagøtu, Hallby.