SÁLARBÓTARÁ er sunnan fyri FRANSÁ VILLLEIÐANDI STAÐANAVNAKORT

Gjørdist eitt sindur ørkymlaður av almennum korti, sum ikki hevur rættar upplýsingar um áanøvn sunnan fyri / uttan fyri Argjaboða.

 

Havi fingið váttandi upplýsingar frá staðkønum manni á Argjaboða viðvíkjandi villleiðandi nøvnunum á kortinum.

 

LJÓSÁ: Stóra áin sunnan fyri nýggju útstykkingina á hamrinum er “Ljósá”, sum rennur úr Ljósavatni / Ljósávatni.

 

FRANSÁ: Nakað sunnan fyri hana er tiltikna drekkivatnskeldan, “Fransá”, sum vellir upp stutt oman fyri koyrivegin.

 

SÁLARBÓTARÁ: Einar 70 metrar sunnan fyri Fransá er “Sálarbótará”, keldan, sum vellir upp eitt petti niðan fyri koyrivegin.

 

Hesar báðar keldurnar eru eyðkendar, tí tær eru smáir løkir við algrønum áarbakkum. Vatnið í báðum keldunum er kalt og reint. Kanska hava tær felags uppruna uppi í Glyvursreyni. Navnið bendir tó á, at Sálarbótará er keldan við “halga” vatninum, sum kann geva sálarbót. Tey spitalsku á Argjum hava óivað leskað seg við sálarbótarvatni í farnum øldum. Fekk mær annars tríggjar vatnsopar úr Sálarbótará nú ein dagin. Frálíkt kelduvatn!

 

BÓLIÐ: Argjaboðamaðurin hevði áhugaverdar hugleiðingar um bólið, sum er varðveitt mitt í útstykkingini. Møguliga hevur tað ikki bert verið seyðaból, men kanska eisini eitt kag, har fólk hava kagað eftir ófriðarskipum í gomlum døgum!?!

 

E.S.: GRØNT ÁAHJARTASUFF: Ljóta skemmandi rørið í leysari luft uppi yvir Tváttá / Tvættá niðan fyri Glyvursveg (í viðarlundini) MÁ fáast burtur!

 

Vakra, fossandi Rossá niðan fyri Glyvursveg fór undir heilt, ófatiligt! Gott í tykkum, fáið hana fram aftur!

 

Hugtakandi fossurin, áin, beint oman fyri innkoyringina á Hjalla fór eisini undir heilt. Gerið okkurt har eisini!

 

 

 

Við áakvøðu

 

Eyðun á Borg

 

við Argjagarðsá allahalgannaaftan 2024