Sámal Bláhamar 75 ár í morgin

Hósdagin 16. mars fyllir Sámal Bláhamar í Havn 75 ár. Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá Super Dekk / First Stop við Hoyvíksvegin frá kl. 15-18.

Sámal er føddur og uppvaksin í Vestmanna. Hann er yngstur av teimum fýra børnunum hjá Miu og Fríðriki Bláhamar, hini eru: Annfinn, Marin og Sigvør. Adolf Hansen av Toftum, sum seinni bleiv løgtingsmaður, vaks upp saman við teimum fýra systkjunum í Vestmanna. Hansina, mamma Adolf, var systir Frederik Bláhamar.

 

Sámal var ungur, tá hann byrjaði í ferðavinnuni. Hann sigldi við pápa sínum við ferðafólki Eystur undir land og á Fútaklett.

 

Annars byrjaði Sámal sína karrieru við at læra til bilmekanikara á bilverkstaðnum hjá Vilhelmi Nielsen í Jónas Broncksgøtu frá 1963-1967. Síðan fór hann til skips.

 

Eftir tað legðist hann upp á land og fekk sær tann størsta pylsuvognin í landinum á kajuni í Vestmanna og eina vøruautomat heima við hús. Sámal fór seinni til Danmarkar á handilsháskúla (Købmandshvile) og lærdi eisini at vulkanisera dekk hjá Lucassen & Søn í Odense.

 

Afturkomin setti hann dekkfyritøkuna Super Dekk Service á stovn á neystaloftinum hjá pápa sínum í Vestmanna í 1974. Eftir eina tíð flutti hann virksemi sítt til Havnar, fyrst við Velbastaðvegin og síðan læt hann ein nútímans dekkverkstað upp í Jekaragøtu við framkomnum tólum til avbalansering og 4-hjóls útmáting av bilum. Fyritøkan umboðaði Michelin dekk í Føroyum fyrstu árini. Í 1980 flutti Super Dekk Service niðan á Hoyvíksveg 66, har fyritøkan er enn í dag.

 

Frá at vera ein dekkfyritøka burturav, broyttist virksemið í 1983, tá Sámal gjørdi sáttmála við Tórshavnar Býráð um rakstur av tveimum býbussum. Í 1984 bleiv bussurin hjá kenda danska ferðavinnustjóranum Simon Spies keyptur, og harvið byrjaði ferðamannaskrivstovan Tora Tourist Traffic sítt virksemi, og fleiri ferðamannabussar blivu keyptir. Ferðaskrivstovan skipaði fyri nógvum vitjanum, bæði privatum og almennum. Hetta hevði nógva ferðing við sær, og nógv sambond blivu knýtt kring allan heimin. Millum annað var hann saman við konuni til morgunmat hjá amerikanska forsetanum Georg Bush (eldra) í 1990.

 

Sámal og Tórharda, f. Eidesgaard úr Havn, giftust 10. januar 1970. Tey eiga trý børn: Fríðrikur, Brynhild og Regin umframt ommu-og abbabørn og fimm langabbabørn.