Tað vera tvey føroyingalið at finna millum tey átta liðini, ið skulu spæla fjórðingsfinalur í norsku steypakappingini.
HER ber til at síggja hvussu Brandur Hendriksson gekk á odda, tá Fredrikstad vann 3-2 (2-2) á Raufoss á útivølli.
U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard var við frá dystarbyrjan tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu seg víðari til fjórðingsfinalurnar.
Í málríkum dysti vann Sandnes á útivølli 5-3 á Eidsvold úr triðbestu deildini.
Sandnes var á odda 2-0 í steðginum, og teir vóru á odda 4-0 tá 56 minuttir vóru leiktir. Sandnes ULF var eisini á odda 5-1 tá 62 minuttir vóru leiktir. Seinastu løtuna slapp Eidsvold at pynta um úrslitið við tveimum málum.
Bryne sum ikki hevði Noah Mneney við í hópinum tapti stórt 1-5 (0-1) fyri Stabæk.
Fjórðingsfinalurnar vera ikki spældar fyrrenn 6. oktober. Hálvfinalurnar vera spældar 30. oktober, og finalan verður spæld á Ullevaal leikvøllinum í Oslo 7. desember.