Í næstum skal uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum ráðføra Dennis Holm, Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen, løgmann, um, hvørt fiskiveiðusáttmáli við Russland skal gerast fyri næsta ár.
Alt bendir á, at mótstøðan í Løgtinginum ímóti at gera ein nýggjan fiskivinnusáttmála við Russland er fónað niður í næstan einki.
Javnðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, vóru, saman við formanninum í Miðflokkinum og umboðum úr Sambandsflokkinum púra greið um, at eingin sáttmáli skuldi gerast við Russland.
Men so skrivaði eitt valevni hjá Tjóðveldi eitt lesarabræv, sum broytti alt. Allir tóku í 2022 undir við, at nú var ov lant útliðið, og tí mátti sáttmáli gerast.
Eftir at nýggja samgongan varð skipað undan jólum í 2022 var russlandssáttmálin nógv umrøddur. Tey fundaðust og kannaðu og kannaðu og fundaðust. Men so
skiftu nøkur fólk í Tjóðveldi støðu – og so var meiriluti í uttanlandsnevndini fyri at mæla landsstýrismanninum til at gera nýggjan sáttmála.
Men nú, tá samráðingarnar við Russland nærkast, nú hoyrist ikki eitt kis úr politisku skipanini.
Við Sosialin í dag sigur Liljan Weihe, annað umboðið hjá Tjóðveldi í uttanlandsnevdini tó, at tað bæði etiskt og moralskt og menniskjansliga er skeivt at gera sáttmála við eitt land, sum er í álopskríggi við eitt annað land í Evropa. Eisini trygdarpolitiskt, heldur hon tað vera skeivt. Hon skilir ikki, at tey í hennara egna flokki ikki kunnu semjast um tað og hava somu støðu, sum tey høgdu undan valinum.
Lesið meira um málið í Sosialinum, sum fæst til keyps kring landið og sum haldarar eisini kunnu lesa á www.sos.fo
Í Sosialinum skrivar Martin Breum, journalistur, grein hann nevnir: »Dronuálop í Arktis: Kríggið í Ukraina flytur seg norðureftir«. Har vísir hann á, at hernaðarligi spenningurin í Norðuratlantshavi økist.
– Við tveimum ukrainskum dronuálopum á russisku støðirnar niðan móti Barentshavinum hevur kríggið veruliga flutt seg norðureftir, skrivar hann.