Seinastu dystirnir fyri jól

Talvfólkið verður sett upp um alt landið í morgin. 

Tá verða dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi í øllum fýra deildum spældir. 

 

Hetta er seinasta leikumfar fyri jól. 

 

Havnarmenn og klaksvíkingar

 

Toppdysturin í morgin verður í Skákinum á Akursmørk í Klaksvík. Har bresta klaksvíkingar og havnarmenn saman.

 

Føroyameistarnir hjá Havnar Telvingarfelag eru á odda eftir trý umfør, men vágamenn og klaksvíkingar eru í hølunum á teimum.

 

Sandavágsmenn, sum liggja ímillum havnarmenn og klaksvíkingar, hava heimadyst móti øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag.

 

Triði dysturin verður botnbrak í Kollafirði, har annað lið hjá Havnini vitjar.

 

1 deild (4 umfar) 24 november 

 

Klaksvík (A) - Havnin (A)

 

Sandavágur - Klaksvík (B)

 

Kollafjørður - Havnin (B)

 

Støðan í 1 deild

 

Havnin (A)  10½ stig

 

Sandavágur 9

 

Klaksvík (A)  7½

 

Klaksvík (B) 4½

 

Kollafjørður 2½

 

Havnin (B) 2

 

Javnir í 2. deild

 

Lítil munur er á liðunum í 2 deild.  Tey seks liðini tykjast toluliga jøvnsterk. Vágamenn eru á odda og munnu ætla sær upp aftur í bestu deildina við einum liði aftrat, men kanska kunnu bæði toftamenn og runavíkingar geva teimum ein skarpan gang í teirri kappingini.

 

2 deild (4 umfar)

 

Sandavágur - Havnin (B)

 

Toftir - Klaksvík

 

Havnin (A) - Kongshavn (Runavík)

 

Støðan í 2 deild

 

Sandavágur 7 stig

 

Klaksvík 7

 

Havnin 6½

 

Toftir 6

 

Kongshavn 5

 

Havnin B 4½

 

Tríggir um boðið

 

Í 3 deild tykist dysturin um uppflyting at standa millum sundalagsmenn í Róki, vestmenningar og gøtumenn.

 

Toppdysturin stendur millum Gøtu og Rók. 

 

3 deild (4 umfar)

 

Gøta - Rókur

 

Kollafjørður - Havnin

 

Sandavágur - Vestmanna

 

Støðan í 3 deild

 

Rókur 10 stig

 

Vestmanna 7½

 

Gøta 7

 

Kollafjørður 5

 

Havnin 4

 

Sandavágur 2½

 

Suðuroyingar og strandingar bjóða av

 

Í 4 deild eru tíggju lið. Her eru bara tvey umfør farin enn, so enn er ov tíðliga at koma við nøkrum spádómi. Men líkt er til, at tvey av nýggju feløgunum, Strendur og Suðuroy, halda seg framat í oddanum. Í morgin verður telvað soleiðis:

 

4 deild (3 umfar)

 

Gøta - Sandavágur (B)

 

Strendur (A) - Klaksvík

 

Rókur - Havnin

 

Toftir - Sandavágur

 

Strendur (B) - Suðuroy

 

Støðan í 4 deild

 

Klaksvík 6½

 

Strendur 6

 

Suðuroy 5

 

Sandavágur B. 5

 

Sandavágur A. 4½

 

Gøta 4

 

Toftir 2

 

Havnin 1

 

Strendur B. 1

 

Allir talvdystirnir í morgin byrja klokkan 14.