Sernám skipar fyr tiltaki um autismu

Sernám skipar fyri fakligum degi í Løkshøll mánadagin 15. apríl

Til tiltakið verða framløgur, sum geva vitan og íblástur til tey, sum arbeiða við børnum, har spenni millum barnið og umhvørvið kemur í spæl. Høvuðsdentur er á eyðkennir, sum eru ella minna um autismu.

 

Framløgurnar nema við økir so sum eyðkennir og tørv, samskifti, foreldrasamstarv og hvussu arbeiðast kann námsfrøðiligt. Dentur verður lagdur á yngri aldursbólkar í skúlanum.

 

Eisini verður framløga um skiftisnámsfrøði, við luttøku frá Fróðskaparsetrinum.

 

Tiltakið er ætlað teimum, sum arbeiða við børnum til dagligt, men foreldur og onnur kunnu eisini gangnýta framløgurnar.

 

Atgongumerki kunnu keypast á:

 

www.loksholl.fo ella www.atgongumerki.fo