Sinnisbati: Tilboðið um bráðfeingis sálarliga hjálp má víðkast

Skriv um psykiatriska skaðastovu.

Nevndin í Sinnisbata

Sinnisbati hevur í fleiri ár varpað ljós á átrokandi tørvin á eini psykiatriskari skaðastovu. Tí fegnaðust vit eisini í apríl í ár, tá boð komu frá Heilsumálaráðnum, um at læknavaktin nú varð styrkt við psykiatriskum førleikum. Hetta er tó ein royndarverkætlan, og í fyrsta umfari er tilboðið galdandi ímillum klokkan 16-23 allar dagar í viku, tí at tørvurin er mettur ikki at vera eins stórur um náttina. Vaktin á Psykiatriska deplinum, sum er knýtt at nýggja tilboðnum, hevur heldur ikki heimild til at útskriva heilivág ella at innleggja fólk. 

 

 

 

Í tíðindunum tann 8. august hoyra vit frá Turið Holm Johannessen, forkvinnu í Kommunulæknafelag Føroya, at flestu sjúklingar við  sálarligum trupulleikum ringja um náttina. Vit hoyra samstundis frá Sten Nørskov, chefpolitiinspektøri, at fólk við sálarligum trupulleikum til tíðir verða noydd at sova í varðhaldinum hjá løgregluni. Hetta er als ikki ein nøktandi ella virðilig støða, og stig mugu takast til at betra um skipanina alt fyri eitt. 

 

 

 

Vit hava tørv á eini skipan, ið kann møta fólki allar tímar í døgninum - og ikki bara til klokkan 23.00. Tí, soleiðis riggar sálarórógv ikki. Hesar støður kunnu taka seg upp óvæntað, og tá er tørvur á bráðfeingishjálp, og onkuntíð er ov seint at bíða til næsta dag. 

 

 

 

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, sum limirnir hjá Sinnisbata koma í, at tað er trupult at fáa nøktandi og neyðugu hjálpina í eini bráðfeingisstøðu.

 

 

 

Sinnisbati vil tí heita á Heilsumálaráðið um at víðka tilboðið um bráðfeingis sálarliga hjálp, soleiðis at vit veruliga kunnu javnseta sálarliga og kropsliga heilsu.

 

Nevndin í Sinnisbata