Sjey føroysk mál í javnleiki hjá Vali

Valur er trý stig frá oddinum

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld dyst móti Fram á útivølli í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Sambært Morgunblaðnum var gongdin hendan í dystinum: 3:2, 6:4, 8:9, 11:11, 13:14, 16:17, 21:19, 24:23, 28:24, 29:26, 31:28, 31:31. Valur var aftanfyri 28-31, og tí var tað við einum góðum endaspurti, at teir knógvaðu eitt stig.

 

Føroyingarnir hjá Vali stóðu fyri sjey málum í kvøld. Bjarni skoraði fýra mál og Allan skoraði trý mál.

 

Komandi mánakvøld klokkan 19.45 tekur Valur móti oddaliðnum í bundesliguni, MT Melsungen í høllini á Hlíðarenda. Talan er um dyst í EHF European League.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Afturelding8611264:2204413
2FH8512220:212811
3Valur8422262:2441810
4Fram8413266:248189
5Grótta8413237:23349
6Haukar8323239:23098
7ÍBV7313213:216-37
8Stjarnan8314217:225-87
9Fjölnir8305216:252-366
10HK8215243:247-45
11ÍR8215252:267-155
12KA7205191:226-354