Skála flytur niður

Trivaligt tap í Gundadali ber við sær, at steðgurin hjá skálamonnum í bestu deildini á hesum sinni varð bara eitt ár

Tað lá ikki leingi í kortunum, men nú er tað veruleiki. Í fjør flutti Skála upp sum suverenur vinnari av næstbestu deildini, og í dag er tað greitt, at Skála í 2025 aftur fer at spæla í næstbestu deildini.

 

Tað snúði seg um hjá Paula Poulsen og hansara monnum at vinna stig í Gundadali ímóti B36. Tað eydnaðist ikki, og tá ið so B68 vann trivaligan sigur á útivølli ímóti NSÍ, so var tað greitt, at Skála er flutt niður.

 

Í fyrra hálvleiki eydnaðist tað Skála at halda B36 burtur frá málinum, og hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur. Tað var nóg mikið at halda tørn um plássið í bestu deildini.

 

Og so var tað beinanvegin eftir steðgin, at tað kom fyri seg soleiðis, sum tað als ikki skuldi gera.

 

Miðvallarin Anton Søjberg skoraði til 1-0 í fyrsta minutti eftir steðgin, og so gekk tað ikki fyri seg eftir treytunum hjá Skála, ið sum seinni hálvleikur leið noyddist at sleppa í verjupartinum.

 

Í 59. minutti økti Zean Peetz Dalügge um munin til 2-0. Tað var eftir upplegg frá Marius Kryger Lindh, og hann átti eisini uppleggið, tá ið innskifti Andrass Johansen 17 minuttir undan leikloki staðfesti 3-0 heimasigurin, sum ber við sær, at B36 endar á fimta plássi.

 

Andrass Johansen hevur verið nógv skaðaplágaður. Í dag varð hann skiftur inn í 63. minutti. Í 79. minutti noyddist hann av aftur vøllinum, og so er spurningurin, um hann verður førur fyri at spæla steypafinalu um eina viku.