Tað er Hann Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, ein grein 52a fyrispurning um málið. Tingkvinnan spyr soleiðis:
1. Verður arbeitt við at gera lóggávu, sum tryggjar, at skattur av húsaleigu fer til ta kommununa, har húsið er stendur?
2. Um ja, hvussu verður skipanin væntandi sett saman?
3. Um ja, hvussu gongur við málinum, og nær kann væntast at lógaruppskot kemur í Løgtingið?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir tingkvinnan á, at evnini bústaður, hús, heim og útleiga, bæði langtíðar og stuttíðar, eru tíðarbær, m.a. tí mongum vantar bústað, og mong hús standa tóm kring landið.
– Eisini snýr umrøðan seg nógv um, hvat slag av býlum skulu byggjast, sethús ella íbúðir, og um hvør skal byggja, og hvussu tryggjast kann, at møguleiki framvegis kann vera at búgva um alt landið.
– Ein partur av hesum víðfevnda evni snýr seg um tær kommunur, har hús m.a. standa tóm, og eingin skattur tí kemur inn í kommunukassan haðani, tó at kommunur hava ávísar útreiðslur av at veita tænastur, sigur Hanna Jensen.
– Ein annar partur av hesum evni snýr seg um skatt av leiguinntøkum av húsum, sum standa um alt landið. Tí tað er væl kent, at stórur eftirspurningur er eftir at sleppa at leiga býli, bæði til langtíðarbústað og til summarbústað.
– Fyri tær kommunur, har færri og færri búgva fast í húsunum í bygdunum, kann tað heilt víst hava stóran týdning, um skattaskipanin verður broytt soleiðis, at skattur av húsaleigu fellur til ta kommununa, har húsið stendur, sigur Hanna Jensen.
Hon sigur víðari, at sum skilst hevur verið ætlanin hjá landsstýriskvinnuni at gera slíka lógarbroyting fyri skatt av húsaleigu. Harumframt hevur ein bruttoskattaskipan fyri stutttíðarleigu verið nevnd, sum ætlandi skal skipa skattauppgerð av m.a. summarhúsum, og har allar slíkar inntøkur eisini skulu skattast í kommununi, har býlið stendur.
– Allur bati bøtir, og tað er áhugavert at fáa greiði á, um ein slík skipan kann koma kommunum við mongum útleigaðum býlum, til langtíðarbústað og stutttíðarbústað, til góðar sum skjótast. Tí verða hesir spurningar settir, sigur Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn.